ADIGO electric byrjaði virksemi sítt tíðliga 2004. Innan okkara yrkisøki, snýr tað seg um nakrar ørvísið yrkibólkar. Hetta fyri, at kunna bjóða eina professionella veitan og tænastu, á nøkrum útvaldum økjum. Sjálvsagt er tað eisini við tí fyri eyga, at kundarnir innan hesi øki nú hava høvi , í mun til fyrr, at venda sær til eina føroyska fyritøku, sum veitir vørur og tænastur, innan teirra, ofta serligu yrkisøki.

Samstundis hava vit víðka um vørubólkarnar. Hetta fyri, at vit ídag, kunnu í enn størri mun vera heildarveitari, av bæði vørum og tænastum, innan yrkisbólkarnar. 

Okkara vón er, at vit við hesi nýggju heimasíðu, kunnu vísa á nakrar vørur og tænastur, ið gera tykkara tilveru tryggari og daglidagin lættari.